Ársaðalfundur fyri 2023

bovlingfundarholi
Category
Aðalfundur
Dates
Tuesday, 19 March 2024 18:00
Venue
Bowling í Leirvík - 3, Høvdavegur, Toftanes, Leirvík, Eysturoy region
520, Færøerne
Telephone
Email
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Website

SKRÁ FYRI KVØLDIÐ

Kl. 18.00 Døgurði: Felagið bjóðar limunum døgurða. Tekna teg til døgurðan á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella á tel. 566 600

Kl. 19.00 Aðalfundur

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá farna ári
  3. Góðkenning av roknskapi
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum til EyHMF
  6. Ymiskt - vælkomin við uppskotum til nevndina

Kl. 19.30 
Kjak um avbjóðingar hjá felagnum í dag og komandi árið, t.d.

  • Starvsfólka avbjóðingar
  • Reglur og reglugerðir í byggiverkætlanum
  • Ella tað sum limir annars kundu hugsa sær at kjakast um.

Kl. 20.45 Liðugt

Einhvør, ið er limur í EyHMF er vælkomin at stilla upp til nevndina. Hetta skal boðast frá seinast 8 dagar áðrenn fundin, og tað sama er galdandi fyri mál til støðutakan á fundinum.  Setið tykkum í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella á tlf. 566600 um tit vilja taka eitthvørt upp á aðalfundinum. Sum altíð verður gott høvi at stilla spurningar og netverka - hjartaliga vælkomin á Ársaðalfund!